Teir yngstu hava lagt seg á odda í golf

Veðrið var av tí besta, og vøllurin so frægur, sum hann ikki hevur verið fyrr, tá fyrri dagurin í golfkappingini til Føroyaleikirnar varð hildin í dag.

Nøkur avboð komu í seinastu løtu, so luttøkan gjørdist 14 til kappingina yvir 2×18 hol og 7 til kappingina yvir 2×9 hol.

Í kappingini yvir 18 hol eru tað teir báðir yngstu spælararnir, Emil Dahl Jakobsen og Jens Guttesen, sum løgdu seg á odda. Emil brúkti 83 sløg í dag og Jens tvey sløg fleiri.

Teimum á baki komu Líggjas Jógvansson við 88 sløgum og Óli Edvard Olsen og Óskar Eiriksson, sum báðir brúktu 89 sløg í dag.

Annað og avgerandi umfar byrjar í morgin klokkan 09.00.

Í kappingini yvir 9 hol, sum er fyri eldri leikarar og nýbyrjarar, hevur Julius Johannesen lagt seg greitt á odda við 48 sløgum.

Óli Jacobsen brúkti 53 sløg, Viggo Johannesen 54 og Mogens Brix 55.Annað umfar millum hesar spælararnar byrjar klokkan 11 í morgin.

Eftir ætlan verður heiðursmerkjahandanin í morgin klokkan 15.00

Scroll to Top