Tennis

Melda til Føroyaleikir her

Tennis

Kappingin í tennis er fyri øll uttan mun til tilknýti til felag ella tjóðskap. Kappast verður í hesum bólkum:

· U8: Gentur og dreingir (fødd 2014 ella seinni)

· U10: Gentur og dreingir (fødd 2012 og 2013)

· U12: Gentur og dreingir (fødd 2010 og 2011)

· Kvinnur: A og B bólkur

· Menn: A og B bólkur

· Seniorar: Menn 50+

Allar kappingarnar eru einmansleikur.

Skipan

Hjá monnum og kvinnum verður kappast í sonevndari cup-skipan, har vinnarin fer víðari til næsta umfar. Eisini verður skipað fyri B-kapping fyri teir leikarar, sum tapa í umførunum áðrenn hálvfinalurnar. Um onkur leikari ynskir at bert melda til B-kapping, uttan fyrst at luttaka í A-kappingini, so er tað eisini møguligt.

Í kappingunum hjá børnum og seniorum 50+ verður eftir ætlan kappast í bólkaspæli, har leikararnir kunnu spæla seg víðari til hálvfinalur og finalu.

Kappingin hjá børnum verður leygardagin 2. juli. Hinar kappingarnar verða allar dagarnir meðan leikirnir eru. Finalan hjá kvinnum og monnum verður sunnudagin 3 juli. 

Børn skulu melda til við at fara inn á “Føroyaleikir 2022 – Einstaklingar – Børn (Single event – Children)”

Vaksin skulu melda til við at fara inn á ” Føroyaleikir 2022 – Einstaklingar – Vaksin (Single event – adults)” t.e 15 ár og eldri.

Um onkur leikari ynskir at tilmelda seg fleiri kappingar, t.d. seniorar og menn, so er tað møguligt. Skrivið til HTF á facebook ella htf@tennis.fo, um so er.
Kostnaðurin fyri at luttaka er 100 kr. fyri børn og 200 kr. fyri vaksin. Øll ið luttaka fáa ein drunk og t-shirt.

Scroll to Top