Súkkling

Føroyaleikir 2022 – 105km súkkluavbjóðingin

Melda til Føroyaleikir her

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon ynskir at geva øllum føroyskum súkklarum møguleikan at bjóða sær sjálvum av á einum longum og krevjandi teini, tá ið súkklað verður úr Runavík til Havnar um bæði Eiðisskarð og Oyggjarvegin á Føroyaleikum 2. juli.

EITT TILTAK FYRI ØLL

Umframt at tiltakið er ein kapping, har skjótir súkklarar fara at kíta seg um Føroyaleika heiðursmerki, er hetta eitt rørsluátak fyri øll. Einhvør, sum leggur langa teinin afturum seg, ognar sær eitt lutøkuheiðursmerki.

Tiltakið verður skipað soleiðis, at bestu karmar eru fyri øll at koma væl ígjøgnum. Tvær ferðir á teininum eru skáar, har til ber at stegða sær á og súkklarar við góðum royndum fara at súkkla við ásettari ferð og hjálpa teimum sum ynskja at súkkla í sama lag. Tað er frítt at velja at fyljgast í bólkum ella at súkkla sum ein lystir. Eingin skal halda sær aftur við at luttaka, tí hetta er ein avbjóðing fyri øll.

SKRÁ

Byrjað verður kl. 12.00 í Runavík við Løkshøll. Súkklarar eiga at møta í góðari tíð ein tíma áðrenn.

11.00 Innskriving
11.45 Súkklarar klárir við startin
12.00 Startur
15.00 Fyrstu kappsúkklarar á mál
16.00 Fylgisbólkur á mál (4 tímar)
17.00 Fylgisbólkur á mál (5 tímar)
18.00 Fylgisbólkur á mál (6 tímar)

Meira kunning um sæst her: https://www.sst.fo/kalendari/foeroyaleikir-2022-105km-sukkluavbjoding/

Scroll to Top