About Faroe Games

»Føroyaleikir« er heitið á nýggjum átaki hjá ÍSF, ið skal verða ein afturvendandi summarkapping í øllum ítróttagreinunum, sum ÍSF fevnir um. Føroyaleikir, ið kunnu lýsast sum teir Føroysku Oyggjaleikirnir, skulu ætlandi haldast annaðhvørt ár – tað árið, táið vanligu, altjóða oyggjaleikirnir ikki eru.

Tá Oyggjaleikirnir á Guernsey í 2021 vórðu avlýstir vegna Covid19, gjørdi ÍSF av at skipa fyri aðrari líknandi stevnu í Føroyum. Tað varð kunngjørt, at vanligu Oyggjaleikirnir ikki verða aftur fyrr enn í 2023, tí varð avgjørt at halda  fyrstu Føroyaleikirnar í summar 2021.

Føroyaleikir verða aftur í døgunum 30.juni – 3. Juli 2022.

Undantilmeldingin boðar frá góðum og sersambondini eru bjartskygd, og vit vænta einar størri og betri Føroyaleikir í summar. Seinastu árini við korono hava haft sína ávirkan á ítróttin og vit vænta nú eitt brak av eini ítróttarkappingnú Covid19 ikki er ein forðing meira.

The plan is to include all the sports represented by ÍSF and hold competitions in four different municipalities across the Faroe Islands.

Kommunurnar, sum fara at hýsa hesum fyrstu Føroyaleikunum, eru Vágur, Tórshavn, Runavík og Klaksvík, sum eisini vístu tiltakinum stóran áhuga og vælvild í 2021.

ÍSF ásetir hvar í landinum hesar ymsu ítróttagreinarnar skulu kappast, men tað eru sambondini, sum sjálvi seta kappingartreytirnar fyri sína ítróttagrein. Til dømis kunnu tey sjálvi velja, hvørt tað verður ein kapping fyri bestu deildirnar – ella um tey eisini skipa fyri  kappingum fyri børnum – ella um tey bjóða útlendingum við. Á enskum verða leikirnir nevndir »Faroe Games«.

Ætlanin er at menna Føroyaleikirnar ár um ár, bæði við kørmum, møguleikum og útlendskum gestum.
ÍSF sær stórar vakstrarmøguleikar í tiltakinum, sum fyri nógvar ítróttargreinar er sera kærkomið, nú tey ikki hava kunnað luttikið í altjóða kappingum seinastu árini.

Scroll to Top
X