Tilmeldingin til Føroyaleikir 2022 er byrjað

Tað ber nú til at melda til Føroyaleikir 2022. Øll, ið luttaka til Føroyaleikir ogna sær eina t-shirt og drekkidunk. Freistin at melda til er 30.mai.   Tilmelding fer fram á heimasíðu okkara www.foroyaleikir.fo. Vit síggja fram til einar góðar og gevandi Føroyaleikir í summar.  Høvuðsstuðlar hjá Føroyaleikir eru Betri, Atlantic Airways, Sport24, SMS og Wenzel.

Anna Maria Toftegaard sett sum samskipari til Føroyaleikir 2022

ÍSF hevur sett Onnu Mariu Toftegaard í starv, sum samskipara á Føroyaleikir 2022.Anna Maria er 23 ára gomul og ættað úr Fuglafirði. Anna Maria starvast í dag sum leiðari á ungdómsdeildini hjá Betri. Hetta starvið kemur hon framhaldandi at røkja saman við samskiparastarvinum hjá ÍSF. Anna Maria hevur altíð verið virkin innan ítrótt og spælir …

Anna Maria Toftegaard sett sum samskipari til Føroyaleikir 2022 Read more »

Samskipari til Føroyaleikir

ÍSF søkir eftir samskipara at fyrireika Føroyaleikir 2022. ”Brennir tú fyri føroyskum ítrótti og vilt tú vera við at gera Føroyaleikir 2022 til nakað heilt serligt?” So er tað tær, vit leita eftir!! Um tegVit vænta, at tú ert nýskapandi, ágrýtin, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Tað er sjálvandi ein fyrimunur, um tú hevur …

Samskipari til Føroyaleikir Read more »

Við fullari ferð í undanbrekku

Fjallasúkklingin byrjaði føroyaleikirnar í súkkling og triathlon og endaðu teir eisini. Á síðsta degnum kappaðust súkklarar í undanbrekku. Ein kappingargrein í fjallasúkklingini, har súkklarar brynja seg væl, súkklurnar hava stórar fjarðar og grov dekk, og har kappast verður um, hvør er skjótast oman gjøgnum eina breyt, sum bara hevur undanbrekku. Luttakarar skuldu súkkla tvær ferðir …

Við fullari ferð í undanbrekku Read more »

Síðstu finalurnar í badminton avgjørdar í dag

Føroyaleikirnir endaðu við finalubraki Í dag blivu finalurnar í einmansleiki hjá U15 og vaksnum avgreiddar saman við finaluni í blandaðum tvímansleiki. Eftir nakrar spennandi finalur var heiðursmerkjahandan á skránni. Lagt bleiv út við at handa heiðursmerkir til luttakarar í liðkappingunum fyri U15 og vaksin, sum bleiv avgreidd fríggjadagin. Tað sermerkta við hesi kapping var, at …

Síðstu finalurnar í badminton avgjørdar í dag Read more »

Yngru spælararnir kappaðust í kurvabólti

100 spælarar hava kappast í kurvabólti í høllini í skúlanum á Løgmannabreyt hesar fýra dagarnar Føroyaleikirnir hava verið. Aldursbólkarnir vóru U13, U17 og U21. Hjá U13 vann Sporðdrekin2  gull, Sporðdrekin3 vann  silvur og Sporðdrekin1 bronsu, Hjá U17 vann Ravnur gull og Sporðdrekin silvur Hjá U21 vann Hamar gull, Sporðdrekin silvur og Hávur bronsu Kappingar eru …

Yngru spælararnir kappaðust í kurvabólti Read more »

Scroll to Top
X