Til Føroyaleikir verður skipað fyri einari einstaklingakapping í hølunum hjá Havnar Billardfelag.
Kappingin verður skipað á ein annarleiðis máta enn vanligt, har vit spæla um sett, heldur enn distance.
Hetta verður skipað sum ein knockout kapping. Frí tilmelding.
Fyrst upp til 100 vinnur eitt sett.
Dystir í 1. umfarið eru best av 3.
2 umfar, best av 5.
3 umfar, best av 7.
Semifinala, best av 9.
Finala best av 11.
Hetta avhongur av hvussu nógvir leikarir melda til.
Leikarinir verða plasseraðir gjøgnum seeding út frá styrkilistanum frá farna kappingarárið.