Triathlon

Melda til Føroyaleikir her

Føroyaleikir Triathlon 2022 – FM olympiskur teinur

FM í olympiskum teinini í triathlon verður á Føroyaleikum fríggjakvøldið 1. juli í Klaksvík. Kappast verður í 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. Eisini verður møguleiki at luttaka í sprint kapping, sum er 750 m svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning.

SKRÁ
16.00 Kunningarfundur og innskriving
17.00 Upphiting á rutunum byrjar
17.40 Upphiting á rutunum endar
17.45 Startuppróp
18.00 Startur

STEVNUØKI

Møtt verður við Brandstøðina í Klaksvík og startur, mál og skiftisona eru í økinum oman mótu bátabrúnnum. Viðvíkjandi parkeringsmøguleikum verður víst til kunning um Føroyaleikir frá Klaksvíkar Kommunu. Arbeitt verður við møguleikum fyri skiftirúmi og vesimøguleikum. Hetta verður lýst í næstum.

LÝSING AV KAPPING

Føroyaleikir er kapping í opnum bólkun hjá monnum og kvinnum. Samstundis verður FM kapping í olympiska teini 2021 eisini í opnum bólkum. Í olympiska teininum verður kapping í aldursbólkunum U23, M40, M50 og M60 um aldursbólka FM, í meðan kappingin í sprint teininum er eitt hugnatiltak.

LÝSING AV RUTU

Svimjingin verður á vágni við bátabrúgvarnar, har fyrst verður svomið 3 ferðir 500 m, síðani súkklað frá bátaøkinum norð til byrgingina á Haraldsundi og aftur á start/máløkið 4 ferðir, og at enda runnið gjøgnum býin, runt Heimi við Vágna og aftur á start/máløkið 4 ferðir.  Styttri teinurin verður helvtina av hesum. Kort sæst niðast á síðuni.

SKIFTISONA

Øll skift fara fram í serskildari skiftisonu. Hvør luttakari skal hava ein kassa við, har klæðir og útgerð hjá viðkomandi skulu vera í.

  • Áðrenn farið verður at svimja, verður kassin stillaður við skiftisonina saman við súkkluni.
  • Tá liðugt er at svimja, rennur hvør luttakari niðan til sín kassa, letur seg í til súkklingina, og koyrir brillur og annað frá svimjingini í kassan.
  • Tá liðugt er at súkkla, verða súkkluskógvar og hjálmur lagdir í kassan, og skift verður í renniskógvarnar.
  • Ein súkklulinja verður, har mark er fyri nær tú skal á og av súkkluni.

Tað er týdningarmikið, at reglurnar fyri skiftisonu verða hildnar. Dómari verður á staðnum, og um neyðugt, verður tíðarstraffur á 5 min givin fyri brot. Hetta verður lýst nærri í startkunningini.

TRYGD

Norðoyar Bjargingarfelag er til staðar undir svimjingini. Vaktir standa í gulum vestum til súkklingina og renningina. Ansast má eftir vanligari ferslu, har vegirnir ikki eru stongdir. Vanligar ferðslureglur galda.

Meira kunning um kappingina finnur tú her https://www.sst.fo/kalendari/fm-tri-2022-olympiskur-teinur/?fbclid=IwAR2LLeN9T-TiQ3WLFWa8uJ3QE2mA4_ParB7cFlCnlCqyKnxfuMxDHYL7VH4

Scroll to Top
X