Annika Joensen vann Føroyaleikirnar í darti

Annika Joensen er fyrsti spælarin, ið hevur vunnið gull í einmansleiki fyri kvinnur á Føroyaleikunum.

Annika vísti gjøgnum alla kappingina, at hon var tann neyvasta við pílunum. Í hálvfinaluni vann hon tryggan 4-1 sigur á Terju Ósá.

Í finaluni skuldi Annika Joensen møta Gunnbjørg Dam, ið hevði tryggjað sær finaluplássið við einum 4-2 sigri í einari heilt serligari hálvfinalu. Mótstøðukvinnan hjá Gunnbjørg var dóttur hennara, Joan Edvør Jacobsen.

Annika Joensen spældi eina sera góða finalu, og hon vann eisini greiðan sigur, 4-0.

Dartspælararnir hava havt góðar degar í Vági, og serliga fegnast tey um, at í næstum verður Suðuroyar Dartfelag endurstovnað.


Scroll to Top