Yngru spælararnir kappaðust í kurvabólti

100 spælarar hava kappast í kurvabólti í høllini í skúlanum á Løgmannabreyt hesar fýra dagarnar Føroyaleikirnir hava verið.

Aldursbólkarnir vóru U13, U17 og U21.

Hjá U13 vann Sporðdrekin2  gull, Sporðdrekin3 vann  silvur og Sporðdrekin1 bronsu,

Hjá U17 vann Ravnur gull og Sporðdrekin silvur

Hjá U21 vann Hamar gull, Sporðdrekin silvur og Hávur bronsu

Kappingar eru vanliga ikki í aldurbólkunum U13 og U17.  Kurvabóltur er enn nýggj ítróttargrein í Føroyum, og hava landskappingar verið skipaðar hjá monnum, kvinnum og U21, men eftir at hava sæð, hvussu væl tað gekk á Føroyaleikunum, og hvussu glaðir leikararnir vóru, verður heilt víst skipað fyri kappingum aftur í hesum aldursbólkunum.

Kurvabóltssamband Føroya takkar fyri nakrar ótrúliga stuttligar og gevandi Føroyaleikir 2021 og gleða okkum til leikirnir í 2022.

Scroll to Top
X