Vísa dartítróttina fram í Vági

Dartítróttin kappast í Vági á Føroyaleikunum. Hetta er eitt gylt høvi hjá Dartsambandinum at vísa ítróttina fram í Suðuroy, tí í løtuni er einki felag har.

Hetta hevur longu havt sína ávirkan, tí í næstum fer Suðuroyar Dartfelag, sum var virkið fyri nøkrum árum síðan at hava endurstovnandi aðalfund.

-Vit eru ovurfegin um, at tey aftur fara at spæla dart í Suðuroy, sigur Uni Árting, dartspælari. Ítróttin hevur seinastu árini veruliga fingið vind í segluni, og tað legst støðugt afturat við nýggjum spælarum.

Í øllum førum er nógv at síggja, tí kappingarnar eru drúgvar. Báðar dagarnar, sum dartspælararnir hava kappast, hava teir spælt í tólv tímar á hvørjum degi.

Fyrsta dartkappingin á skránni á Føroyaleikunum var einmansleikur í cricket. Cricket er eitt dartspæl, sum ikki vanliga verður spælt í kappingum, men mest verður brúkt sum eitt upphitingarspæl.

Og hóast leikararnir ikki vóru so vanir við hetta spælið, so gjørdist talan um eina spennandi kapping við nógvum góðum dystum.

Jan McIntosh streyk avstað við gullinum, Uni Árting bleiv nummar tvey og bronsuna vann Bogi Arge.

Seinna kappingin var í tvímansleiki. Átta pør luttóku. Undan kappingini vóru Uni Árting og Jan McIntosh stórfavorittar til at vinna kappingina, og teir livdu eisini upp til vónirnar. Tá heiðursmerkini skuldu handast, bleiv gullið hongt um hálsin á teimum báðum.

At dart er ein ítrótt fyri allar aldursbólkar kom til sjóndar, tá feðgarnir Rógvi og Per Rasmussen kláraðu at vinna bronsuheiðursmerki

Í dag taka tey aftur pílarnar fram í VB-húsinum í Vági, tá kappingarnar í einmansleiki hjá kvinnum og monnum eru á skránni.

Dartsambandið sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin at fylgja við, og hevur ein hug at royna at kasta eitt sindur, eru fólk eisini hjartaliga vælkomin at gera tað.

Scroll to Top
X