Vár og Pól Hallur lyftu mest

Tann seinasta av trimum styrkikappingum á Føroyaleikunum var í Perluni í Havn í dag.

Sjey luttakarar kappaðust í teimum trimum greinunum, sum eru í styrkilyfting (powerlifting): Beinbend (squat), bonkpress (benchpress) og rættstøðulyft.

Hjá kvinnunum var ein luttakari, Vár Guriardóttir Hansen, sum luttók í styrkilyftikapping fyri fyrstu ferð. Vár hevur annars áður róð og gjørt fimleik.

Lyftini hjá Vár vóru 135 kg í beinbend, 70 kg í bonkpress og 155 kg í rættstøðulyfti. Samanlagt lyfti hon í trýkampinum 360 kg, og tað gav henni 343,7 Wilks-stig.

Seks mans kappaðust í dag, og ovast á sigursskamlinum endaði Pól Hallur Davidsen.

Samanlagt lyfti Pól Hallur 617,5 kg, sum gav honum 424,59 Wilks-stig.

Lyftini hjá Pól Halli vóru 205 kg í beinbend, 132,5 kg í bonkpress og ikki minni enn 280 kg í rættstøðulyfti. Hetta er persónligt met hjá Póli Halli.

Næstur Póli var Fríði Hammer, sum eisini er ungdómslyftari. Fríði lyfti samanlagt 595 kg svarandi til 409,48 Wilks-stig. Lyftini vóru 220 kg beinbend, 145 kg bonkpress og 230 kg rættstøðulyft.

Á triðjaplássi endaði Leif á Bøgarði, sum vann kappingina í olympiskari vektlyfting hósdagin. Í dag royndi hann seg fyri fyrstu ferð í kapping í styrkilyfting.

200 kg bleiv tað til í beinbend, 135 kg í bonkpress og 215 kg í rættstøðulyfti. Samanlagt 550 kg, ið svarar til 369,55 Wilks-stig.

Wilks-stig verða roknað soleiðis, at hædd verður tikið fyri bæði lyfti- og kropsvekt.

Kappingin í crossfit endaði eisini í dag, og tilsamans hava verið fýra styrkikappingar á Føroyaleikunum.

Scroll to Top