Um Føroyaleikir

»Føroyaleikir« er heitið á nýggjum átaki hjá ÍSF, ið skal verða ein afturvendandi summarkapping í øllum ítróttagreinunum, sum ÍSF fevnir um. Føroyaleikir, ið kunnu lýsast sum teir Føroysku Oyggjaleikirnir, skulu ætlandi haldast annaðhvørt ár – tað árið, tá ið vanligu, altjóða oyggjaleikirnir ikki eru.

Tá Oyggjaleikirnir á Guernsey í 2021 vórðu avlýstir vegna Covid19, gjørdi ÍSF av at skipa fyri aðrari líknandi stevnu í Føroyum. Tað varð kunngjørt, at vanligu Oyggjaleikirnir ikki vórðu aftur fyrr enn í 2023,  varð avgjørt at halda fyrstu Føroyaleikirnar á sumri 2021.

Áhugin fyri Føroyaleikum er stórur og vænta vit einar størri og betri Føroyaleikir – eitt brak av einari ítróttakapping í 2024. 

Miðað verður ímóti, at leikirnir skulu fevna um allar føroyskar ítróttagreinar, sum eru umboðaðar í ÍSF, og skipað verður fyri kappingum í fýra ymsum kommunum kring landið.

Kommunurnar, sum hava víst vælvild og  hýst Føroyaleikum í 2021 og 2022, eru Vágur, Tórshavn, Runavík og Klaksvík.

ÍSF ásetir hvar í landinum hesar ymsu ítróttagreinarnar skulu kappast, men tað eru sambondini, sum sjálvi seta kappingartreytirnar fyri sína ítróttagrein. Til dømis kunnu tey sjálvi velja, hvørt tað verður ein kapping fyri bestu deildirnar – kapping fyri børnum – um tey bjóða útlendingum við – ella alt.

Á enskum verða leikirnir nevndir »Faroe Games«.

Ætlanin er at menna Føroyaleikirnar ár um ár, bæði við kørmum, møguleikum og útlendskum gestum. ÍSF sær stórar vakstrarmøguleikar í tiltakinum, sum fyri nógvar ítróttargreinar er sera kærkomið, nú tey ikki hava kunnað luttikið í altjóða kappingum seinastu árini.

Scroll to Top