Um eina viku byrja Føroyaleikir 2021

Dagarnir 08-11 juli fara omanfyri 1100 íðkarir við hjálparfólkum at kappast kring landið í 19 ítróttargreinum.

Kappingar verða hildnar í Vági, Tórshavn, Runavík og í Klaksvík.

Í Vági verða tað fleiri enn 300 luttakarar, í Tórshavn fleiri enn 500, í Runavík, har eystanstevna eisini er, verða tað fleiri enn 200 og í Klaksvík fleiri enn 100, sum øll fara at seta sín dám á leikirnar.

Í talvuni síggjast, hvørjar ítróttagreinar eru í hvørjum øki.

Endaliga skráin fyri tey einstøku økini verður tøk fríggjadagin 2. juli.


Høvuðsstuðlar til Føroyaleikir eru SMS, Sport 24, Hiddenfjord og Betri Trygging.

Scroll to Top