Skráin til Føroyaleikir 2022 er nú tøk
Føroyaleikir nærkast og skráin eru nú tøk á heimasíðu okkara. Skráin kann síggjast her: https://foroyaleikir.fo/skra/ Smærri broytingar kunnu koma fyri.
Føroyaleikir nærkast og skráin eru nú tøk á heimasíðu okkara. Skráin kann síggjast her: https://foroyaleikir.fo/skra/ Smærri broytingar kunnu koma fyri.
At skipa fyri einum so stórum tiltaki sum Føroyaleikir, krevur góðar samstarvsfelagar. Føroyaleikir hava tí gjørt samstarvsavtalu við fimm høvuðsstuðlar og 4 kommunur fyri leikirnar í 2022. Høvuðsstuðlar eru Betri, Atlantic Airways, SMS, Sport 24 og Wenzel Kommunurnar eru: Vágs-, Tórshavnar- Runavíkar- og Klaksvíkar kommuna. Á lítlari samkomu í hølunum hjá Betri, har har umboð fyri kommunurnar …
Eingir Føroyaleikir uttan góðar samstarvsfelagar. Les meira »
Tað ber nú til at melda til Føroyaleikir 2022. Øll, ið luttaka til Føroyaleikir ogna sær eina t-shirt og drekkidunk. Freistin at melda til er 30.mai. Tilmelding fer fram á heimasíðu okkara www.foroyaleikir.fo. Vit síggja fram til einar góðar og gevandi Føroyaleikir í summar. Høvuðsstuðlar hjá Føroyaleikir eru Betri, Atlantic Airways, Sport24, SMS og Wenzel.
Fyrireikingarnar til Føroyaleikir eru av álvara farnar á rull. Undantilmeldingin er av, og hon boðar frá, at vit í summar vænta eitt brak av einum ítróttatiltaki. Tað var ein fragd at eygleiða okkara ítróttafólk til Føroyaleikir 2021. Gleðin, um aftur at sleppa at kappast, var sjónlig. Vit gleða okkum saman við íðkarunum og fyriskiparunum at …
ÍSF hevur sett Onnu Mariu Toftegaard í starv, sum samskipara á Føroyaleikir 2022.Anna Maria er 23 ára gomul og ættað úr Fuglafirði. Anna Maria starvast í dag sum leiðari á ungdómsdeildini hjá Betri. Hetta starvið kemur hon framhaldandi at røkja saman við samskiparastarvinum hjá ÍSF. Anna Maria hevur altíð verið virkin innan ítrótt og spælir …
Anna Maria Toftegaard sett sum samskipari til Føroyaleikir 2022 Les meira »
ÍSF søkir eftir samskipara at fyrireika Føroyaleikir 2022. ”Brennir tú fyri føroyskum ítrótti og vilt tú vera við at gera Føroyaleikir 2022 til nakað heilt serligt?” So er tað tær, vit leita eftir!! Um tegVit vænta, at tú ert nýskapandi, ágrýtin, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Tað er sjálvandi ein fyrimunur, um tú hevur …
Føroyaleikirnir 2021 eru nú av. 1260 luttakarar hava kappast í 19 ymsum ítróttagreinum í Vági, Klaksvík, Runavík og í Havn. Tað hevur verið ein fragd at eygleitt okkara ítróttafólk hesara fýra dagarnar. Gleðin um aftur at sleppa at kappast var sjónlig og sást aftur á øllum smílunum, ið vóru at síggja til kappingarnar kring landið. …
Fjallasúkklingin byrjaði føroyaleikirnar í súkkling og triathlon og endaðu teir eisini. Á síðsta degnum kappaðust súkklarar í undanbrekku. Ein kappingargrein í fjallasúkklingini, har súkklarar brynja seg væl, súkklurnar hava stórar fjarðar og grov dekk, og har kappast verður um, hvør er skjótast oman gjøgnum eina breyt, sum bara hevur undanbrekku. Luttakarar skuldu súkkla tvær ferðir …
Katrin á Neystabø og Pætur M. Dahl kunnu kalla seg meistarar í tennis á Føroyaleikunum. Pætur M. Dahl vann 2-0 á Jón Brekku í finaluni. Settúrslitini vóru 6-2, 6-4. Kvinnufinalan ímillum Katrin á Neystabø og Mari-Ann Robertson bleiv munandi meira spennandi. Katrin vann 2-1, men tað var serliga síðsta og avgerandi settið, ið bleiv sera …
Føroyaleikirnir endaðu við finalubraki Í dag blivu finalurnar í einmansleiki hjá U15 og vaksnum avgreiddar saman við finaluni í blandaðum tvímansleiki. Eftir nakrar spennandi finalur var heiðursmerkjahandan á skránni. Lagt bleiv út við at handa heiðursmerkir til luttakarar í liðkappingunum fyri U15 og vaksin, sum bleiv avgreidd fríggjadagin. Tað sermerkta við hesi kapping var, at …