Talv

Melda til Føroyaleikir her

Føroyaleikir Open

Føroyaleikir Open er talvkapping í kvik-talvi. Øll eru vælkomin at luttaka, roynd sum óroynd. Kappingin verður í Gulusmiðju í Runavík, leygardagin 2. juli kl. 14.

7 umfør verða telvað, og umhugsunartíðin er 10 minuttir + 5 sekund per leik.

Hóast øll telva í somu kapping verða medaljur handaðar vinnarum í 3 bólkum. Nummar 1, 2 og 3 í opnu kappingini, nummar 1, 2 og 3 dreingir (undir 18 ár) og nummar 1, 2 og 3 gentur (undir 18 ár).

Føroyaleikir Hugna Cup

Føroyaleikir Hugna Cup er talvkapping serliga ætlað talváhugaðum, sum ikki vanliga hava tilknýti til talvfelag ella talv sum ítróttargrein.
Tó eru øll vælkomin at luttaka. Kappingin leggur dent á hugna og í minni mun kappingarelementið.
Kappingin verður í Gulusmiðju í Runavík, fríggjakvøldið 1. juli kl. 19:00.

5 umfør verða telvað, og umhugsunartíðin er 10 minuttir til hvønn telvara + 5 sekund, sum verða løgd afturat tíðini eftir hvønn leiktan leik.

Medaljur verða latnar nummar 1, 2 og 3, og bjóðað verður kaffi og ábit til luttakarar og áskáðarar.

Vitjan verður eisini av umboði frá Talvsambandi Føroya, sum fer at siga nøkur orð áðrenn fyrsta talvið

Scroll to Top
X