Talv: Elias Petersen bleiv nummar eitt

Í dag var á fyrsta sinni talvkapping á Føroyaleikum. Kappingin var hildin í Gulu smiðju í Runavík.

Sjey sterkir unglingar høvdu boðað frá luttøku. Kappingin bleiv bæði jøvn og spennandi.

Seks talv blivu telvað. Sostatt telvaðu allir eitt talv móti hvørjum øðrum.

Vinnari av fyrstu talvkappingini á Føroyaleikunum bleiv Elias Petersen. Hann vann sær 5½ stig.

Nummar tvey bleiv bleiv Markus Jacobsen við 4½ stigum.

Sakiarias Markus Jacobsen og Brestir Samuelsen deildu triðja pláss við trimum stigum hvør.


Scroll to Top
X