Súkkluavbjóðingin er avlýst

Súkkluavbjóðingin, sum skuldi byrja í Runavík í morgin klokkan 12:00, er tíverri avlýst.
Tað er vánaliga veðurforsøgnin, sum ger, at fyriskipararnir kenna seg noyddar at avlýsa.
Sersambandið fyri súkkling og triathlon skrivar soleiðis:

Tað er harmligt og spell, men ringa veðurforsøgnin ger, at vit avlýsa súkkluavbjóðingina, ið skuldi vera leygardagin 2. juli.

Við kvøðu

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon

Scroll to Top
X