Sporðdrekin úr Havn vann øll heiðursmerkini í U15-kappingini í kurvabólti. Sporðdrekin 3, sum vann allar sínar dystir bleiv nummar eitt og fekk gullheiðursmerkini um hálsin.
Nummar tvey bleiv Sporðdrekin 2, og bronsuheiðursmerkini fóru til Sporðdrekan 1. Ravnur bleiv nummar fýra.
Teir, ið umboðaðu vinnandi liðið vóru Símeon, Jóhan, Andrew og Dánjal.
Fyri Sporðdrekan 2 spældu Tóri, Niclas, Rúni, Jónas, Tummas og Noah
Fyri Sporðdrekan 1 spældu Beinir, Bjarni, Liam, Bjartur og Sigmundur
Venjari hjá Sporðdrekanum er Súsanna Mørk.
Fyri Ravn spældu John, Magnus, Símun, Peter, Yngvi, Lenny, Johan Jacob og Jóhannes
Venjari hjá Ravni er Bjarni Werner Zachariasen