Sporðdrekin gull og silvur í U18 kappingini

Sporðdrekin bleiv nógv mest vinnandi felagi í ungdómskappingunum á Føroyaleikunum í kurvabólti. Í U15 kappingini vann Sporðdrekin øll heiðursmerkini, og í U18 kappingini bleiv tað til bæði gull- og silvurheiðursmerkir.

Áskoðararnir fingu gott undirhald í U18 kappingini, tí fleiri dystir vóru sera javnir. Í dystinum millum Sporðdrekan 2 og Ravn var neyðugt at fara í longda leiktíð tvær ferðir. Endaliga úrslitið bleiv, at Sporðdrekin var omaná. Sporðdrekin vann 41-37.

Í innanhýsis uppgerðini millum Sporðdrekan 1 og Sporðdrekan 2 var eisini stórur spenningur. Sporðdrekin 1 fekk nógv betri byrjan og førdi við nógvum stigum, men í seinna hálvleiki hálaði Sporðdrekin 2 seg spakuliga inn á aftur mótstøðuliðið og kom upp á javnt. Tí bleiv eisini neyðugt við yvirtíð í hesum dystinum. Leikararnir hjá Sporðdrekanum 2 vóru tá bestir og vunnu dystin 59-57.

Endaliga støðan í U18 kappingini
Sporðdrekin 2, gull
Sporðdrekin 1, silvur
Ravnur, bronsa

Í dag er kvinnukappingini á skránni. Spælt verður í høllini á Argjahamri

Scroll to Top
X