Spennandi og óvæntað úrslit í Tennis

Hóast dystirnir sum heild gingu sum væntað á fyrsta tennisdegnum á Føroyaleikunum, var kortini okkurt óvæntað úrslit at síggja. Millum annað varð annar finalisturin hjá kvinnunum í fjør, Mari-Ann Roberson sligin út av Heidi Kollsker í tveimum settum, og Rúna Seyer Eliassen mátti lúta fyri Fridu Holm Jacobsen.

Tann mest spennandi dysturin í umfarinum var uttan iva dysturin millum Svenn Jacobsen og Stefan í Skorini, sum endaði við einum longum championship tiebreak, áðrenn Svenn slapp víðari til næsta umfar.

Úrslit:
Jan Guttesen – Rene Karbech 4-6 4-6
Svenn Jacobsen – Stefan í Skorini 4-6 7-5 12-10
Magnus í Króki – Steinar Patursson 6-1 6-0
Hjalti Mohr – Sigurð Carlsen 6-0 6-0
Svenn Jacobsen – Ingi Højsted 2-6 2-6
Durita Johansen – Rúna Jacobsen 2-6 2-6
Rúna Seyer Eliassen – Frida Holm Jacobsen 3-6 1-6
Sonja Thomassen – Frida Poulsen 4-6 5-7
Rebekka á Neystabø – Heidi Kollsker 1-6 2-6
Mari- Ann Roberson – Heidi Kollsker 1-6 3-6
Ása á Neystabø – Frida Poulsen 6-2 6-3

Scroll to Top
X