Soleiðis gekk annar dagurin í Pool

Pool-spælararnir hava verið í gongd í alt kvøld. Her eru úrslitini frá øðrum degi í Pool-kappingini.

Borð 1:
Edmund á borg Ferber og Ólavur Kjølbro.
Við fleiri tøttum og truplum støðum, vóru tað nøkur neyv snooker-skot frá Ólavi, ið vunnu honum sigurin á Edmundi. 3-1 til Ólav.

Borð 2
Dánjal Olsen og Justin James Villanueva.
Dánjal helt trýstið í gjøgnum allan dystin. Tí kom Justin ongantíð á stigatalvuna. 3-0 til Dánjal

Borð 1:
Charles Midjord og Jóannes Slættanes.
Charles legði seg skjótt á odda, men triðja spæl, sum Jóannes vann, og fjórða spæl, blivu eitt sindur javnari.
Nøkur óheppin skot hjá Charles góvu Jóannes ein kjans, men hann megnaði ikki at taka av. Charles vann 3-1.

Borð 2:
Rúni Nolsøe Andreasen og Erling Eysturoy.
Erling helt seg frammanfyri til triðja spæl, har Rúni fekk allar kúlurnar hjá sær í, men av óvart skeyt tí svørtu í. Tískil vann Erling 3-0.

Í morgin, leygardagin, er síðsti dagur í Pool-kappingini.

Spælt verður í Landskrona.

Scroll to Top