Skutu fyri fyrstu ferð í Suðuroy

Fyrsti dagurin í bogaskjóting á Føroyaleikunum hevur verið í Vági í dag. Hetta er fyrstu ferð, at kapping hevur verið í bogaskjóting í Suðuroynni.

Skotið var Vesturi á Eiðinum. Kappingin eydnaðist fram úr væl, sigur ein av fyrireikarunum Eggaba Andreasen. Hann, og allir hinir bogaskjúttarnir eru sera takksamur fyri alla hjálpina, sum skjúttarnir hava fingið frá Vágs kommunu, sum vísti stóra vælvild.

Í morgin klokkan 10.00 ber aftur til at uppliva bogaskjóting í Vági. Har ber til at síggja Nikkel Petersen og Jóannes Poulsen, sum í september fara at luttaka í heimsmeistarakappingini í USA. Eggaba Andreasen sigur, at gongst væl í morgin, fer ein skjútti afturat at klára skotkravið til HM-kappingina.

Úrslitini frá í dag kunnu síggjast niðanfyri

Recurve kvinnur

1.Jastrid Jensen 548 stig

2. Sólgerð Henriksen 524 stig

3. Tóra Dima Reynskor 479 stig

4. Rebekka Olsen 479 stig

5. Pernille Krogh 470 stig

Recurve menn

  1. Hans Bogi Ellefsen, 582 stig
  2. Eggaba Andreasen, 578 stig
  3. Michael Feldballe, 568 stig
  4. Sigfríður Lutzen, 502 stig
  5. Ólavur Ingi Brandsson, 493 stig
  6. Baldur Unason Árting, 341 stig

Compound menn

  1. Nikkel Petersen, 688 stig
  2. Jóannes Poulsen, 687 stig
  3. Kaj Johannesen, 665 stig
  4. Jógvan Niclasen, 627 stig
  5. Samuel Petersen, 607 stig

Scroll to Top
X