Skjóting: Alex og Jóannis vunnu

Fyrsti av tveimum døgum í skjóting á Føroyaleikum 2022 bleiv avgreiddur á nýggju skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn.

Hóast breytin ikki er endaliga klár enn og avhenda, er valt at avgreiða leikirnar á breytini.

Í dag bleiv kappast í greinunum OL trap og OL skeet. Fyrst skuldi innleiðandi umfør við 75 dúgvum skjótast, og síðani finalurnar, sambært altjóða reglum.

Kappingina í OL trap vann Alex Johannesen úr Eysturskot við 40 raktum dúgvum í finaluni, á øðrum plássi í finaluni varð Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla, sum fekk 36 dúgvur. Triðja pláss fekk Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla við 26 dúgvum.

Í OL skeet mátti umskjóting til fyri at avgera finaluna, tí tá finalan varð liðug, vóru Jóannis Joensen og Marius F. Joensen, báðir úr Sunda Byrsufelag, javnir við 28 dúgvum. Umskjótingina vann Jóannis við einari dúgvu framman fyri Marius. Triðja pláss fekk Ingolf Debes úr Vestmanna Byrsufelag við 16 dúgvum í finaluni. Hetta er fyrsta heiðursmerki í OL skeet, sum Ingolf hevur vunnið síðan 2015.

Í morgin verður kappast í English Skeet og Automatic Ball Trap.



Scroll to Top