Setan av Føroyaleikum 2022

Skipað verður fyri setanum í Vági, Runavík, Klaksvík og Tórshavn til Føroyaleikir. Allir luttakarar møta til setanina, sum er í økinum, har ein skal kappast til Føroyaleikir. Tað merkir, at tey, ið luttaka í t.d. bogaskjóting, møta til setanina í Havn, og tey, ið luttaka í dart, møta til setanina í Runavík osfr.

Tórshavn
Setanin í Havn verður hósdagin 30. juni kl. 18.00 í Gundadali.  Allir luttakarar og venjarar møta kl. 17.30 á parkeringsøkinum aftanfyri bygdaskýlið.

Klaksvík
Setanin í Klaksvík verður fríggjadagin 1. juli kl. 16.30 á parkeringsøkinum við EFFO.  Allir luttakarar møta uttanfyri brandstøðina. Skrúðgonga verður frá brandstøðini, niðan á høvuðsvegin og síðani inn á parkeringsøkið við EFFO.

Runavík
Setanin í Runavík verður leygardagin 2. juli kl. 10.30 uttanfyri Bylgjuna. Allir luttakarar møta uttanfyri apotekið kl. 10.00.

Vágur
Setanin í Vági verður leygardagin 2. juli kl. 10.00 uttanfyri VB húsið. Allir luttakarar møta kl. 9.45.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top
X