Samskipari til Føroyaleikir

ÍSF søkir eftir samskipara at fyrireika Føroyaleikir 2022.

”Brennir tú fyri føroyskum ítrótti og vilt tú vera við at gera Føroyaleikir 2022 til nakað heilt serligt?”

So er tað tær, vit leita eftir!!

Um teg
Vit vænta, at tú ert nýskapandi, ágrýtin, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.

Tað er sjálvandi ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til føroyska ítróttaumhvørvið, men hetta er ikki eitt krav.

Vit vænta:

  • at tú hevur gott yvirblikk og ert von/vanur við at samskipa størri tiltøk.
  • at tær dámar at leggja fram, standa fyri fundum og øðrum almennum tiltøkum.
  • at tú dugir væl at orða teg í skrift og talu, herundir at skriva tíðindagreinar- og skriv
  • og at tær dámar at samskifta við ítróttasambond, feløg, kommunur o.ø.

Setanarviðurskifti

Í fyrstu syftu er starvið mett at vera umleið 10 tímar um vikuna, og mánaðirnir upp til og meðan leikirnir eru, kann roknast við, at starvið krevur fulla tíð.

Starvið er tíðaravmarkað til 15. juli 2022, men kann leingjast, um áhugi er fyri tí frá báðum pørtum.

Ein stórur partur av arbeiðinum kann gerast uttanfyri vanliga arbeiðstíð, men ein partur av

uppgávunum eru í vanligari arbeiðstíð millum klokkan 8.00 og 16.00. Tú fært sjálv/ur møguleika at skipa starvið og arbeiðstíðina.

ÍSF hevur skrivstovuhøli á Frælsinum 30, og her fært tú møguleika at hava skrivstovupláss.

Starvið verður lønt sambært avtalu.

Tað er ynskiligt, at tú kanst byrja skjótast gjørligt.

Er hetta nakað fyri teg?

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú skriva til andras@isf.fo ella ringja til Andras Nolsøe, ítróttaráðgeva, á tlf. 221563.

Stutt um Føroyaleikir:

»Føroyaleikir« er heitið á nýggjum átaki hjá ÍSF, sum varð sjósett summarið 2021. Føroyarleikir er afturvendandi summarkapping í øllum ítróttagreinunum, sum ÍSF fevnir um. Føroyaleikir kunnu lýsast sum teir Føroysku Oyggjaleikirnir, og skulu eftir ætlan haldast annaðhvørt ár – tað árið, tá ið vanligu altjóða oyggjaleikirnir ikki eru.

Les meira um Føroyaleikir her:

Heimasíða:   www.foroyaleikir.fo

Facebook:    www.facebook.com/Foroyaleikir
Instagram:   instagram.com – foroyaleikir

Umsókn skal sendast í seinasta lagi 5. november til isf@isf.fo

Scroll to Top
X