Pool

Melda til Føroyaleikir her

Pool kappingin til Føroya leikir 2022 verður skipað sum 8-ball pool eftir reglum sum Meistaradeildin í Landskrona hevður fyriskipa(Sí viðheft). 

Pool er ein kapping fyri einstaklingar og er skipað sum “Double Elimination Knockout”.
Hetta tryggjar at allir leikarar spæla minst tvær ferðir. 

Dystirnir eru skipaðir soleiðis
Allir dystir til Semi-finalu eru:
Fyrst at vinna 3 spøl
Semi-finala: fyrst at vinna 5 spøl
Finala: fyrst at vinna 7 spøl


Tað verður lutakast fyri rekkjufylgju av dystunum.
Allir dystir verða leiktir í Tórshavn(Landskrona)

Dystarskráin verður kunngjørd tá meldingarfreistin er yvir (tvs. efti 30 mai) og tað verður spælt frá hóskvøld 29.juni til og við leygarkvøld 2.juli og møguliga sunnudag 3.juli.

Samskipari er Hans Kristian Eyðunsson Hansen
Um spurningar eru, kunnu tit ringja +298 221673

Scroll to Top
X