ÍSF hevur gjørt avtalu við P/F Wenzel at teir verða bilastuðul til Føroyaleikir.
Avtalan inniber, at P/F Wenzel letur 4 bilar til Føroyaleikir, sum kunnu brúkast meðan leikirnar eru.
ÍSF takkar fyri stuðulin
Á myndini síggjast forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen og sølustjórin hjá P/F Wenzel Pól Arni Poulsen, saman við einum av teimum 4 bilunum, sum fyritøkan letur.
