Ólavur Kjølbro vann gull í pool

Ólavur Kjølbro var stinnasti poolspælarin á Føroyaleikunum. Í finaluni vann hann á Erling Eysturoy, sum tí vann silvur. Her er ein samandráttur frá dystunum í dag.

Borð 1 Dánjal Olsen og Edmund á Borg
Dánjal legði seg á odda og Edmund svaraði aftur. Eftir at Edmund javnaði til 1-1, fekk Edmund ongantíð stevið aftur. Dánjal vann 3 – 1

Borð 2 Charles Midjord og Rúni Nolsøe Andreasen
Rúni legði seg skjótt á odda 2-0, men Charles svaraði aftur og javnaði til 2-2. Í síðsta spælinum var Rúni óheppin og skeyt svørtu kúluna í skeiva lumman! Charles vann 3-2

Borð 2
Dánjal Olsen og Charles Midjord
Dánjal kom sannførandi á odda 2-0, tá Charles skeyt svørtu og hvítu í samstundis. Men sum í dystinum áðrenn, kom Charles aftur og javnaði til 2-2 . Aftur hesaferð var Dánjal óheppin í síðsta spælinum. Hann skeyt eitt óheppið skot og fekk svørtu í skeiva lumman! Charles vann 3-2

Borð 1(Semi-finala nr. 1) Erling Eysturoy og Ólavur Kjølbro
Ólavur legði hart út, og Erling fekk ikki skotini at rigga. Við fleiri frálíkum taktiskum skotum, sjálvt um nervarnir stóðu á, tók Ólavur sigurin.

Borð 1(Semi-finala nr. 2) Charles Midjord og Erling Eysturoy
Charles legði seg eftir at vera “the underdog” og kom aftur um 0-2. Men hesaferð helt Erling skansan. Erling vann 4-2.

Kl 18.30 – Borð 1 FINALAN Ólavur Kjølbro og Erling Eysturoy
Finalan kundi verið ein endurtøka av fyrru semi-finaluni. Erling fekk blóð á tonna, og hevði fleiri møguleikar at leggja seg framm um, men gav Ólavi ov nógv ókeypis skot, sjálvt tá Ólavur eisini gjørdi síni mistøk. Tað lá bara betur fyri hjá Ólavi í dag, og hann vann sannførandi 5-1.

Nr. 1 – Ólavur Kjølbro
Nr. 2 – Erling Eysturoy
Nr. 3 – Charles Midjord



Scroll to Top
X