Øðrvísi skot á Føroyaleikunum

Skjótisambandið hevur valt at brúka fyrra kappingardagin á Føroyaleikum at royna tvær nýggjar kappingar, sum ikki hava verið royndar í Føroyum áður.

Á skjótibreytini í Vestmanna, bleiv English Skeet avgreidd. Kappingarskipanin í English Skeet er øðrvísi enn í OL skeet, m.a. er ferðin á dúgvuni munandi lægri í mun til OL skeet, sum føroyskir íðkararnir eru vanir við.

Kappingina vann Ingolf Debes úr Vestmanna Byrsufelag við 88 raktum dúgvum av 100. Nummar tvey bleiv Tórur Fløtt við 86 dúgvum, og triðja pláss fekk Jóannis Joensen við 84 dúgvum. Báðir eru úr Sunda Byrsufelag.

Úti á Vík í Leirvík bleiv skipa fyri Automatic Ball Trap.

Aftaná innleiðandi umførinin, og eina sera sennandi finalu vóru Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúli og Alex Johannesen úr Eysturskot javnir á fyrsta plássi við 89 dúgvum.

Sostatt skuldi umskjóting til, fyri at avgera fyrsta plássið. Umskjótingina vann Finn við tveimum dúgvum frammanfyri Alex. Triðja pláss fekk Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla við 88 dúgvum.

Seinni dagurin í skjóting á Føroyaleikum verður leygardagin, tá trap kapping verður í Leirvík, og OL skeet verður við Norðskála.

Scroll to Top
X