Nýtt føroyskt met í svimjing

Liðið úr Havnar Svimjifelagi, HS Mix 1, setti í dag nýtt føroyskt met í 4 x 100 frí fyri blandað lið. Tíðin hjá teimum var 3:56.41.  Gamla metið var 4:04.81.

Tey, ið umboðaðu liðið, vóru Ronja Ró í Dímun, Johan Nónskarð Dam, Villiam Marius Samuelsen og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.

Hóast nógvir av bestu svimjarunum eru givnir hetta góða árið, sum Korona hevur herjað, so var fyrsti dagurin í svimjing á Føroyaleikunum, sum eisini er Føroyameistarastevna og Juniormeistarastevna, bæði undirhaldandi og lovandi.

Onkur kapping var serliga undirhaldandi. Eitt nú tá ið Heini Mohr Askham úr Ægir kom inn til síðstu vending í 200 blandað sum fjórskjótasti svimjari, fyri síðani at seta allar uppá pláss teir síðstu 50 metrarnar frí.

Eisini var sera spennandi, tá ið Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Jonna Joensen úr Ægir togaðust um at vinna somu grein fyri kvinnur, har Jonna var greitt á odda aftaná fyrstu 50 firvald, fyri at tað síðani var mest sum javnt aftan á næstu rygg, áðrenn Eyðrið dró frá í bringu, og Jonna so kom aftur í frí, so at munurin á málinum bara var 0,02 sekund.

Kappast verður aftur í morgin í Pálshøll í Vági.

Scroll to Top