Nýggjur avbjóðari í tennisfinaluni

Ikki heilt óvæntað verða tað Katrin á Neystabø og Mari-Ann Robertson, ið hittast í finaluni í damutennis á Føroyaleikunum í dag.

Tær báðar vórðu styrkismettar nummar eitt og tvey, og væntast kann eisini ein finala í evsta flokki við øllum tí, sum ein finala hevur at bjóða uppá, tá tær báðar bresta saman í dag.

Katrin á Neystabø hevur vunnið bæði Várkappingina og MBM Open í ár, men móti stórspælandi Mari-Ann Robertson, sum býr í USA, og sum ikki hevur tikið lut í heimligu kappingunum seinastu árini, verður spennandi at síggja, hvør av teimum er sterkast á degnum. Ein nýggjur avbjóðari er í øllum førum á vøllinum.

Katrin á Neystabø vann á Heidi Viderø í hálvfinaluni, meðan Mari-Ann Robertson sigraði á Rúnu Jakobsen.

Sostatt eru tað eisini Heidi Viderø og Rúna Jakobsen, sum spæla um bronsu í dag.

Mansfinalan

Somuleiðis er tað heldur ikki heilt óvæntað, at tað verða Pætur Marjunarson Dahl og Jón Brekku, ið hittast í harrafinaluni í dag.

Teir báðir vórðu eisini seedaðir nummar eitt og nummar tvey hjá harrunum, og um finalan verður sum FM finalan millum teir báðar í fjør, verður í øllum førum spennnandi at fylgja við í Gundadali í dag.

Í hálvfinalunum hittust Pætur Marjunarson Dahl og Annfinn Gaard øðrumegin, meðan Jón Brekku og Ingi Højsted spældu hina.

Annfinn Gaard og Ingi Højsted spæla dystin um bronsuna.

Skipað varð eisini fyri Old Boys kapping í Føroyaleikum, og hesaferð varð tað Holger Arnbjerg, ið sigraði á Charles Midjord.

Skráin fyri dystirnar sunnudagin:

Kl. 12.00

Harrar, B-finala: Stefan í Skorini og Anders Rieks

Kvinnur, Bronsa: Rúna Jakobsen og Heidi Viderø

Kl. 14.00

Kvinnufinala: Katrin á Neystabø og Mari-Ann Robertson

Harrar, bronsa: Ingi Højsted og Annfinn Gaard

Kl. 16.00

Harrafinala: Pætur Marjunarson Dahl og Jón Brekku

Scroll to Top
X