Nervar upp á spæl í fyrstu pooldystunum

Fyrsti dagurin við pool á Føroyaleikunum byrjaði við lutakasti, ið hevði við sær, at fleiri tungvektarar brusta saman.

Á borði 1 í fyrsta umfari spældi Erling Eysturoy ímóti Justin James Villanueva. Nógvir snookarar vóru, og møguliga høvdu nervarnir eisini ein leiklut. Hetta var longsti dysturin á kvøldinum. Erling vann 3-1. 

Á borði 2 vóru tað Ólavur Kjølbro og Jóannes Slættanes, ið brustu saman. Her bleiv tað ein tepur ósigur hjá Jóannes tíðliga í øðrum spæli, har hann skeyt svørtu nr. 8 í skeiva holi. Ólavur vann 3-0.

Edmund á Borg Ferber og Charles Midjord, á borði 1, byrjaðu við skjótum og góðum skotum. Edmund var í essinum. Við nøkrum frálíkum Carrom og bandaskotum tryggjaði Edmund, at Charles ikki megnaði at sleppa aftur í dystin. 3-0 til Edmund

Rúni Nolsøe Andreasen og Dánjal Olsen spældu á borði 2. Dánjal var í fleiri førðum á eggini til lummarnar, men Rúni megnaði at spæla lang og trupul skot at vinna seg innaftur. 3-1 til Rúna. 

Poolkappingarnar halda fram í dag. Spælt verður frá klokkan 18:00 til 21:00 í Landskrona.

Myndir: Ólavur Frederiksen



Scroll to Top
X