Marius og Alex gull í skjóting

Skjúttarnir hava í dag kappast í English Skeet og Automatic Ball Trap. Hesar greinar eru vanliga partar av oyggjaleikum, men av tí at ferð og vinklar á dúgvunum verður lækkað munandi, hevur ikki verið vanligt at íðka hesar báðar greinar í Føroyum.

Í English Skeet vísti Marius F. Joensen úr Sunda Byrsufelag frá kappingarbyrjan, at hann ætlaði sær gull heiðursmerki, sum hann misti dagin fyri, eftir sera spennandi umskjóting við Jóannis Joensen.
Marius vann gullið við at raka 91 av 100 dúgvum. Annað plássið vann Jógvan Højgaard úr Veiðifelagnum Byrsumúla, við 88 dúgvum. Tað sermerkta við hesum úrsliti er, at Jógvan ikki byrjaði at íðka leirdúgvuskjóting fyrr enn í fjør, og longu nú hevur hann megnað at vinna eitt silvurheiðursmerki. Triðja pláss fekk Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag við 84 dúgvum.

Aftur í dag vísti Alex Johannesen úr Eysturskot sína styrki í trap-skjótingini, og megnaði hann at vinna sítt seinna gull heiðursmerki í trap-skjótingini við at raka 89 út av 100 dúgvum. Næstur honum varð Jeppe S. Bruun úr Veiðifelagnum Byrsumúla, við 86 dúgvum.

Umskjóting skuldi til fyri at avgera triðja plássið, tí Jón Jacobsen úr Byrsumúla og Jónstein Johannesen úr Eysturskot vóru javnir við 85 dúgvum aftan á finaluna. Umskjótingina vann Jón við einari dúgvu framman fyri Jónstein, og fekk Jón sostatt triðja plássið.

Úrslit EN – skeet
1. Marius F Joensen
2. Jógvan Højgaard
3. Tórur Fløtt
4. Hans Erik Smith Hensen
5. Sjúrður Knudsen
6. Jóannis Joensen
7. Fróđi Fossádal
8. Marjus Debes
9. Ingolf Debes
10. Pól Jóhannus Smith Jensen
11. Áslakur Johannesen
12. Jógvan Egholm

Úrslit Automatic Ball Trap
1. Alex Johannesen
2. Jeppe Sommer Bruun
3. Jón Jacobsen
4. Jónstein Johannesen
5. Finn Ludvig
6. Esmar Joensen
7. Bartal Klettheyggj
8. Hedin Poulsen
9. Johnhard Klettheyggj
10. Torkil Eli Ternustein
11. Jóhannus Kristmundsson
12. Per Hansen
13. Sigurd Rasmussen
14. Oddmar Dam
15. Hákun Gunnleifsson Heinesen


Scroll to Top