Løgdu nógv fyri í bocciakappingini

Í dag var skipað fyri bocciakapping á Føroyaleikum. Tað var Parasport Føroyar saman við feløgunum Svani og Smæruni sum skipaði fyri. Kappingin hildin í Badmintonhøllini í Klakvík.

18 luttakarar høvdu teknað seg til kappingina, og var kappast í bólkunum, Special Olympics bólkar 1 og 2, umframt einum almennum bólki. Kappingin gekk væl, og vóru luttakararnir vælupplagdir.

Í almenna bólkinum vann Sofus Olsen, meðan John Johannesen var nr. 2, meðan Dánial Jákup Djurhus var nr. 3.

Í Special Olympics bólki 2 var tað Alexandur Mittún Darvichi sum var nr.1 við 7 stigum og +10 bóltum, Ruborg Haraldsen var nr. 2 eisini við 7 stigum, men +0 bóltum og Erla Marr Poulsen var nr 4 við 6 stigum.

Í Special Olympics bólki 1 var púra javnt ímillum nr. 1, 2 og 3, og vóru tað bóltarnir sum avgjørdu kappingina. Allir heiðursmerkjavinnararnir fingu 5 stig, men René Lið Thomsen hevði +6 bóltar og bleiv nr. 1, meðan Unn Mortensen hevði +5 bóltar og bleiv nr. 2. Theodor Esmar Hansen bleiv nr. 3 við -3 bóltum.

Hjartaliga til lukku til allar vinnararnar og takk fyri eina góða kapping.

Scroll to Top