Katrin og Pætur vunnu tennisfinalurnar

Katrin á Neystabø og Pætur M. Dahl kunnu kalla seg meistarar í tennis á Føroyaleikunum.

Pætur M. Dahl vann 2-0 á Jón Brekku í finaluni. Settúrslitini vóru 6-2, 6-4.

Kvinnufinalan ímillum Katrin á Neystabø og Mari-Ann Robertson bleiv munandi meira spennandi. Katrin vann 2-1, men tað var serliga síðsta og avgerandi settið, ið bleiv sera áhugavert, tí her bleiv neyðugt at spæla heilt upp í tíggju. Settúrslitini 6-1, 4-6, 10-8.

Scroll to Top
X