Judo: Tórður Holm vann -73 kg. bólkin

Eisini á øðrum degi gekst sera væl, tá judokapping í Føroyaleikunum var í Klaksvík. Í dag var U18 kapping á skránni. Nógvir íðkarar úr Danmark eru komnir til Føroya at kappast í judo á hesum leikunum, og í dag vóru teir stinnast í flestu bólkunum.

Tó eydnaðist tað sera væl hjá Torkil Holm í -73 kg. Bólkinum. Íðkarin úr Suðuroyar judofelag vann kappingina.

Hendan kappingin er serlig fyri føroysku judoíðkararnar, tí teir sleppa at royna seg móti teimum bestu úr Danmark.

Í morgin, leygardagin 10. juli 2021, verður kappast millum tey vaksnu. Innleiðandi umførini byrja kl. 10.00. Finaluumførini og kappingin í opnum bólki byrja klokkan 14.00

Úrslitini í dag:

Gentur U18 -57 kg.:

1 Mai Due Nørskov, Fredericia Judo og Ju-jutsu Klub
2 Fríða Eiriksdóttir Borgarlíð, Skálafjarðar Judo
3 Helena Joensen, Klaksvíkar Judofelag

Gentur U18 -63 kg.:

1 Emilie B. Dons-Lassen, Fredericia Judo og Ju-jusu Klub
2 Josefine Hansen, Vejle Judo Klub

Dreingir U18 -46 kg.:

1 Silas Penninga, Lyngby Judoklub
2 Martin Berg Jacobsen, Klaksvíkar Judofelag

Dreingir U18 -55 kg.:

1 Hector Conrad, Aarhus Judo Klub
2 Lucas Penninga, Lyngbyu Judoklub
3 Markus Hovgaard, Havnar Judofelag NIHON
3 Marcus Lange, Aarhus Judo Klub
5 Josefine Hansen, Vejle Judo Klub
5 Emilie B. Dons Lassen, Fredericia Judo og Ju-jutsu Klub
5 Reinar Garðshamar, Suðuroyar Judo

Dreingir U18 -60 kg.:

1 William Bodhi Mørck, Brønshøj Judo Klub
2 Oliver Due Nørskov, Fredericia Judo og Ju-jutsu Klub
3 Malte Rasmussen, Amager Judo Skole
3 Macus Penninga, Lyngby Judoklub
5 Reinar Garðshamar, Suðuroyar Judo

Dreingir U18 -66 kg.:

1 Morgan Erreboe, Politiets Idrætsklub
2 Aksel Birlund, Amager Judo Skole
3 Altay Er, Brønshøj Judo Klub
3 Julius Victor Rosenberg, Politiets Idrætsklub
5 Victor Skovby Lund, Fredericia Judo og Ju-jutsu Klub

Dreingir U18 -73 kg.:

1 Torkil Holm, Suðuroyar Judo
2 Sigfús Freyr Gilsson, Fredericia Judo og Ju-jutsu Klub
3 Rókur í Smiðjuni, Suðuroyar Judo

Gentur U18 opin bólkur:

1 Cassandra Rahbek Ebel, Vejle Judo Klub
2 Mai Due Nørskov, Fredericia Judo og Ju-jutsu Klub
3 Emilie Dons-Lassen, Fredericia Judo og Ju-jutsu Klub

Kvinnur Senior +78 kg.:

1 Louise Hansen, Vejle Judoklub
2 Beatrice Ranzato, Lyngby Judoklub
3 Silja Johannesen, Sunda Juofelag TORI
3 Anna Steinberg, Klaksvíkar Judofelag
5 Sanna Djurhuus, Havnar Judofelag NIHON

Dreingir U18 opin bólkur:

1 Aksel Birlund, Amager Judo Skole
2 Altay Er, Brønshøj Judo Klub
3 Julius Victor Rosenberg, Politiets Idrætsforening
3 Malte Rasmussen, Amager Judo Skole
5 Oliver Due Nørskov, Fredericia Judo og Ju-jutsu Klub

Scroll to Top