Jógvan Jørgensen gullvinnari í billard

Átta spælarar hava í dag kappast í hølunum hjá Havnar billardfelagi.

Fimm spælarar umboðaðu Havnar billardfelag, tveir Klaksvíkar billardfelag og ein Fuglafjarðar billardfelag.

Kappingin eydnaðist væl og fleiri dystir vóru sera javnir.

Gullvinnari, Jógvan Jørgensen (Havnar Billardfelag)

Silvurvinnari, Niels Nielsen (Havnar Billardfelag)

Bronsuvinnari, Hans Jákup Kollsker (Havnar Billardfelag)

Scroll to Top
X