Íðkararnir eru í sínum lívsformi

Ungu íðkararnir í frælsum ítrótti eru í stórari framgongd. Fleiri hava sett persónlig met, meðan Føroyaleikirnir hava verið.

Hildið varð fram við Føroyaleikum á Tórsbreyt fríggjadagin. Kappinginin fór í gongd beint eftir, at setan av Føroyaleikunum hevði verið á Tórsbreyt. Sum á øllum setanum kring landið, var tøgn eina løtu fyri at minnast Gutta Sørensen.

Líkindini til at kappast vóru frálík, vindmegin snaraði um 0 m/S, sum er heldur óvanligt her hjá okkum.

Eisini í hesum kappingunum vóru tað fleiri íðkarar í vístu, at tey eru í sínum besta formi nakrantíð, tí fleiri persónlig- og ársmet vórðu sett.

Kappast var í renning á 800 metrum og í 110 metrar rimarenning, trístøkki og kúlustoyti.

800m

Jónas Gunnleivsson Isaksen úr Bragdinum vann 800 m kappingina hjá monnum við 2.03,11 min.

Vibeka Eihilt Sivertsen, Treysti, vann 800 m hjá kvinnum. Vibeka setti persónligt met við 2.24,33, og kláraði samstundis elitukravið. Tabita Havnnastein, Treysti, gjørdist nummar tvey við 3.10,97.

110 m rimarenning

Andreas Bjarnastein Antoft, Bragdið, vann við 17,49 sek.

Trístøkk

Miso Buha úr Hvirluni vann kappingina hjá monnum við 13,66 m., framman fyri Hørð Joensen við 9,81. Hørður umboðar eisini Hvirluna.

Hjá kvinnum vann Margit Weihe Frímundsdóttir, Bragdið, við 10,62 m., sum er ársbesta. Bára Jógvansdóttir úr Bragdinum gjørdist nummar tvey við 10,28 m, somuleiðis ársbesta, og Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar gjørdist nummar trý við 10,07 m, sum er persónligt met. Hon umboðar eisini Bragdið.

Kúlustoyt

Hallur Simonsen, Hvirlan, vann kappingina í kúlustoyt hjá monnum við 11,36m, sum er persónligt met. Tróndur Arge, Hvirlan, gjørdist nummar tvey við 10,17 m, sum eisini er persónligt met, og Hørður Joensen, Hvirlan, gjørdist nummar trý við 7,94 m.

Heili 8 kvinnur kastaðu kúlu í dag. Lydia Poula Simonsen, Hvirlan vann kappingina við 9,54 m, frammanfyri Elin Niclasen, Hvirlan, 8,66 m, og Lovisu Niclasen, Hvirlan, 8,16 m. Í dag verður aftur kappast. Greinarnar í dag eru 400 m, 5.000 m, longdarlop og diskuskast

Í dag verður aftur kappast. Greinarnar í dag eru 400 m, 5.000 m, longdarlop og diskuskast.

Scroll to Top
X