Tað hevur ligið sera væl fyri hjá Sporðdrekanum á Føroyaleikunum. Fyrst vann felagið U15-kappingina, síðani U18-kappingina og í dag bleiv tað til gull í kvinnukappingini.
Trý feløg luttóku í kvinnukappingini. Hamar úr Havn, Ravnur av Toftum og Sporðdrekin úr Havn.
Sporðdrekin vann báðar sínar dystir og vann tí gullið. Dystin um silvurið vann Hamar.
1. Sporðdrekin
2. Hamar
3. Ravnur
















