Golfkappingin avlýst

Tað verður tíverri eingin golfkapping á Føroyaleikunum í ár.

Fyriskipararnir siga, at veðrið hevur verið so mikið vánaligt, at tað ikki hevði givið meining at sent golfsspælararnar út at spæla, hvørki í gjár ella í dag.

Golfsamband Føroya hevur tí tikið avgerð um at avlýsa kappingina í ár.

Scroll to Top
X