Golf

Føroyaleikir 2021
(english text below)
Føroyaleikir er eitt nýtt tiltak, sum Ítróttasamband Føroya hevur tikið stig til. Talan eru
ítróttaleikir, ið væntandi gerast afturvendandi tey árini, tað ikki eru oyggjaleikir. Allar
ítróttagreinir undir ÍSF hava møguleika fyri at vera við, og so verður eisini við golfítróttini.
Golfsamband Føroya skipar fyri golfkapping á breytini á Glyvursnesi leygardagin 10. juli og
sunnudagin 11. juli. Í sambandi við Føroyaleikirnar, sum annars eru í døgunum 8. til 11.
juli, verður skipað fyri øðrum tiltøkum á Glyvursnesi eisini.
Kappast verður um serlig Føroyaleikaheiðursmerki – gull, silvur og bronsu – sum ÍSF letur
til tey bestu í øllum ítróttakappingunum, sum verða hildnar á Føroyaleikunum.
Luttøkugjaldið fyri at vera við á Føroyaleikum er kr. 200, sum skal rindast á eini serligari
tilmeldingarskipan. Meira verður at frætta um hetta seinni.

Kapping: 2 ferðir 18 hol Slagspæl, uttan handikapp.
Leygardagin 10. juli og sunnudagin 11. juli, báðar dagarnar verður byrjað kl. 9:00.
Hægsta handikapp fyri luttøku er 36. Harrar leika frá gulari tee – kvinnur frá reyðari.
Leikt verður smbr. “Staðbundnar reglur 2020” hjá Tórshavnar Golffelagi umframt galdandi
golfreglum hjá Dansk Golfunion.
Leikt verður við hámarksskoru smbr. reglu 21.2a, ásett at verða 4 yvir PAR á breytini.
Hettar merkir, at um sløgini á einum par-3 holi verða yvir 7, kann bólturin takast upp, og
skrivað verður 7 á viðkomandi holi. Somuleiðis er galdandi fyri par-4 og par-5 holini, her
úrslitið í mesta lagi verður 8 ávikavist 9.

  • Er bóltur ikki at finna ella OOB (out of bounds) kann leikari velja, við 2 sektarsløgum, at
    droppa inn aftur smbr. E-5 (standard staðbundin regla).
    Um javnt er eftir 36 hol, vinnur leikari við hægra handikappi

Kapping 2 ferðir 9 hol Slagspæl, uttan handikap.
Leygardagin 10. juli og sunnudagin 11. juli, báðar dagarnar verður byrja kl. 11:00.

  • Henda kappingin er ætlað leikarum yvir 70 ár, og annars teimum hvørs handikap er yvir
    36.
    Hægsta Handikap fyri luttøku er 54.
    Leikt verður smbr. “Staðbundnar reglur 2020” hjá Tórshavnar Golffelagi umframt galdandi
    golfreglum hjá Dansk Golfunion.
    Leikt verður við hámarkskoru smbr. reglu 21.2a, ásett at verða 5 yvir PAR á breytini.
    Hettar merkir, at um sløgini á einum par-3 holi verða yvir 8, kann bólturin takast upp, og
    skrivað verður 8 á viðkomandi holi. Somuleiðis er galdandi fyri par-4 og par-5 holini, her
    úrslitið í mesta lagi verður 9 ávikavist 10.
  • Er bóltur ikki at finna ella OOB (out of bounds) kann leikari velja, við 2 sektarsløgum, at
    droppa inn aftur smbr. E-5 (standard staðbundin regla).
  • Um javnt er eftir 18 hol, vinnur leikari við hægra handikappi

Tilmelding her: Atgongumerki.fo

Faroe Games 2021
Faroe Games is a new sporting event launched by The Faroese Confederation of Sports
(ÍSF). These games are expected to become a recurring annual event on years when
there are no Island Games. All sports disciplines under the umbrella of ÍSF can take part,
including golf.
The Faroese Golf Association (Golfsamband Føroya) is organising a golf competition on
the Glyvursnes course on Saturday July 10 th and Sunday July 11 th . Entrants will be
competing for the Faroe Games medals – gold, silver and bronze – awarded by ÍSF.
In conjunction with the Faroe Games, which will run from July 8 th to 11 th , other activities will
also take place in Glyvursnes.
The Faroe Games participation fee is DKK 200, payable via a registration system. Further
details about how to pay will be announced shortly.

Competition: 2 rounds of 18-hole stroke play without handicap.
Saturday July 10 th and Sunday July 11 th , play will start at 9 am on both days.
Highest Handicap for participation: 36. Gentlemen will play from yellow tees – ladies from
red.
The competition will be played according to the Local Rules of Tórshavn Golffelag
(Staðbundnar reglur 2020), in addition to the Danish Golf Union’s Rules of Golf in force.
The rounds will be played with maximum scores pursuant to rule 21.2a, stipulated as being
4 over PAR on the course. This means that if the strokes on a par-3 hole exceed 7, the
ball may be picked up and 7 will be entered for the relevant hole. The same applies to the
par-4 and par-5 holes, where the highest scores entered will be 8 and 9, respectively.

  • If a ball is lost or out of bounds the player may choose, subject to 2 penalty strokes, to
    drop in again pursuant to E-5 (Standard Local Rule).

In case of a tie after 36 holes, the player with the highest handicap wins.

Competition: 2 rounds of 9-hole stroke play without handicap.
Saturday July 10 th and Sunday July 11 th , play will start at 11 am on both days.

  • This competition is aimed at players over 70 and players with a handicap over 36.
    Highest Handicap for participation: 54.
    The rounds will be played according to the Local Rules of Tórshavn Golffelag
    (Staðbundnar reglur 2020), in addition to the Danish Golf Union’s Rules of Golf in force.

The rounds will be played with maximum scores pursuant to rule 21.2a, stipulated as
being 5 over PAR on the course. This means that if the strokes on a par-3 hole exceed
8, the ball may be picked up and 8 will be entered for the relevant hole. The same applies
to the par-4 and par-5 holes, where the highest scores entered will be 9 and 10,
respectively.

  • If a ball is lost or out of bounds the player may choose, subject to 2 penalty strokes, to
    drop in again pursuant to E-5 (Standard Local Rule).
    In case of a tie after 18 holes, the player with the highest handicap wins.

    Sign up for the tournament here:
    Atgongumerki.fo

Scroll to Top
X