Golf: Emil og Julius vunnu Føroyaleikir

Tað gjørdust ungi Emil Dahl-Jacobsen og Julius Johannesen, sum gjørdust vinnarar av golfkappingini a Føroyaleikum.

Golfkappingin varð hildin á breytini hjá Tórshavnar Golffelag á Glyvursnesi í gjár og í dag.

Veðrið var av tí allarbesta tá fyrsta umfarið varð spælt leygardagin. Eisini í morgun var gott veður at spæla golf, men fram móti middegi køvdi hann av við mjørka, og spælararnir høvdu trupulleikar at finna bóltarnar aftur í mjørkanum.

Men tað eydnaðist at gjøgnumføra kappingina.

Ungi Emil Dahl Jakobsen legði seg á odda í kappingini yvir 18 hol í gjár, og megnaði at halda leiðsluna í dag. Hann brúkti 82 sløg báðar dagarnar og vann sostatt kappingina við 164 sløgum tilsamans. Emil hevur spælt nógv í Svøríki, har hann hevur búð, og seinasta árið hevur hann spælt golf á høgum støði í USA í samband við skúlagongd á college í Kansas.

Nummar tvey gjørdist Líggjas Jógvansson við 176 sløgum meðan Óli Edvard Olsen og Óskar Eiriksson báðir gjørdist numamr trý við 168 sløgum.

Teir eldru spælararnir og spælarar, ið nýliga eru byrjaðir, spældu tvær ferðir níggju hol, og her gjørdist Julius Johannesen vinnari av Føroyaleikunum. Hann brúkti 99 sløg. Nummar tvey gjørdist Mogens Brix við 100 sløgum og nummart rý var Óli Jacobsen við 105 sløgum.

Scroll to Top
X