Fyrstu borðtennisvinnararnir á Føroyaleikunum

Alt er nú avgjørt í borðtenniskappingunum, og meistararnir fyri 2021 eru funnir

Í einmansleiki hjá kvinnum vann Sólja Hilduberg Djurhuus. Nummar tvey bleiv Marin Elisabet Poulsen og Britt Michelsen vann bronsuna.

Í einmansleiki hjá monnum bleiv tað Hallur Thorsteinsson, ið bleiv meistari á Føroyaleikunum. Nummar tvey bleiv Pætur Albinus og Peter H. Niclasen vann bronsu.

Í tvímansleiki hjá monnum vunnu Hallur Thorsteinsson og Pætur og Pætur Albinus gull.

Silvur: Eyðun F. Ellendersen / Peter H. Niclasen

Bronsu: Ári F. Jensen / Heri Lava Láadal

Í tvímansleiki hjá kvinnum vunnu Marin Elisabet Poulsen og Sólja Hilduberg Djurhuus. Anja Wongwai og Britt Michelsen vunnu silvur

Tey ungu kappaðust eisini. Borðtennissambandið skipaði fyri U-15 kapping á leikunum.

Tað sæst, at nógvir av ungu spælarunum júst hava verið á venjingarlegu í Danmark og hava gjørt framstig síðstu tíðina. Hetta boðar frá góðum til kappingarárið, sum stendur fyri framman.

U15 einmansleikur:

  1. Gunnar Vang Niclasen
  2. Poul Knút Poulsen
  3. Hans Jacob Petersen

U15 tvímansleikur

  1. Mattias Kerá / Jákup Margar Debess
  2. Rasmus Teitsson í Skorini / Gunnar Vang Niclasen
  3. Hans Jacob Petersen / Poul Knút Poulsen
Scroll to Top
X