Frida og Pætur gull í tennis

Frida Holm Jacobsen og Pætur Dahl vunnu Føroyaleikirnar í tennis.

Hóast veðrið ikki var nógv at reypa av, so fóru tennisspælararnir á vøllin í Gundadali at avgreiða avgerandi dystirnar í dag.

Í kvinnufinaluni møttust Frida Holm Jacobsen og Ása á Neystabø. Frida vann í tveimum settum, 6-3 og 6-4.

Í mansfinaluni møttust Pætur Dahl og Jón Brekku. Settúrslitini her blivu júst tey somu sum í kvinnufinaluni. Pætur Dahl vann 6-3, 6-4.

Tennis kvinnur
1. Frida Holm Jacobsen
2. Ása á Neystabø
3. Katrin á Neystabø

Tennis menn
1. Pætur Dahl
2. Jón Brekku
3. Hjalti Mohr Jacobsen

Scroll to Top
X