Føroyaleikirnir byrja í dag

Í dag er fyrsti dagur av fýra á Føroyaleikunum 2022. Áskoðarar kring landið hava møguleika at fylgja við 20 ítróttagreinum, har 2000 ítróttafólk fara at kappast. Umleið 100 útlendsk ítróttafólk úr Grønlandi, USA og ymiskum londum í Evropa eru komin at luttaka.
Seks ítróttagreinar eru á skránni í dag:

  • Tennis í Gundadal. 09:00-22:00
  • Ríðing undir Kráarheyggi. 18:00-20:00
  • Badminton í Stórhøllini 19:00-21:00
  • Pool í Landskrona barr. 19:00-23:00
  • Kurvabóltur í skúlanum á Argjahamri. 20:00-21:00.
  • Borðtennis í Hoyvíkshøllini. 20:00 – 21:00

    Fýra setanir
    Føroyaleikirnir verða settir í fýra býum. Fyrsta setanin verður í kvøld klokkan 18:00 í Gundadali. Í morgin verða leikirnir settir í Klaksvík. Tað verður klokkan 16:30 við á parkeringsøkinum við Effo. Leygardagin verða leikirnir settir í Runavík og í Vági. Í Vági verður byrjað klokkan 10:00 uttan fyri VB-húsið, og í Runavík byrjar setanin klokkan 10:30 uttan fyri Bylgjuna.



Scroll to Top