Føroyaleikirnir 2021 settir í Vági

Lagnan lagaði tað so merkisvert, at somu viku, sum startskotið ljóðar fyri hesum fyrstu Føroyaleikunum, náddi ein av okkara fremstu ítróttarkempum mállinjuni í lívsins renning.

Fyrstu Føroyaleikirnir vóru settir í Vági hósdagin.

Gott og væl hundrað ítróttafólk vóru savnað í Marghøllini, har Tvøroyra hornorkestur spældi, og røður vórðu hildnar.

Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, bjóðaði vælkomin.

Finn Johannesen segði síðani nøkur orð um Guttorm Sørensen, sum fór til gravar hósdagin.

Guttormur Sørensen, sum vit serliga minnast sum gávaða rennaran, slóðaði fyri. Hann tók tøk.

Hann var ikki bara fyrstur um mállinjuna til kapprenningar, nei, hann var eisini fyrstur til at renna skjótt, tá alt tað praktiska skuldi ordnast.

Alt tað, sum fylgir við, tá ið kappingar skulu haldast. Hann var fyrstur til at rætta eina hjálpandi hond.

Og hann gekk undan í at vísa ítróttaranda og fair play.

Í 2018 fekk hann heiðursskjal Poul E. Petersens – og tað sigur nakað um hansara stóra og virðismikla arbeiði fyri føroyskan ítrótt.

Síðani førdi Andras Nolsøe fram røðu vegna ÍSF, áðrenn Sámal Midjord setti fyrstu Føroyaleikirnar.

Tá leikirnir vóru settir, bleiv skipað fyri kvøldartúri av Hestinum til Kirviskoll.

Scroll to Top
X