Føroyaleikir verða enn størri í 2022

Fyrireikingarnar til Føroyaleikir eru av álvara farnar á rull. Undantilmeldingin er av, og hon boðar frá, at vit í summar vænta eitt brak av einum ítróttatiltaki.

Tað var ein fragd at eygleiða okkara ítróttafólk til Føroyaleikir 2021. Gleðin, um aftur at sleppa at kappast, var sjónlig. Vit gleða okkum saman við íðkarunum og fyriskiparunum at endurtaka Føroyaleikir á sumri 2022.

ÍSF fegnast um stóra áhugan fyri luttøku. Vit vænta at umboða fleiri enn 20 ítróttagreinar til Føroyaleikir í summar.

Í Føroyum eru vit dugnalig til nógv – og tað sæst aftur í, hvussu nógvar ítróttagreinar vit umboða. ÍSF vónar við Føroyaleikum at geva okkara íðkarum ein pall, sum tey sleppa at skína á – sum er á heimavølli.

Til Føroyaleikir 2021 vóru 400 útlendingar, ið høvdu boðað frá luttøku, tó varð korona støðan orsøk til, at bert 20 – 30 útlendingar fingu luttikið. Í ár vænta vit munandi fleiri útlendingar at luttaka í ymisku ítróttakappingunum.

Fyrskipararnir eru bjartskygdir, og vit síggja fram til at savna fleiri túsund ítróttaáhugaði hesar dagarnar.

Føroyaleikir verða í døgunum 30.juni – 3. juli.

Ætlanin er, at kappingarnar verða í fýra ymiskum kommunum, ið stuðla tiltakinum. Tær eru Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar Kommuna, Runavíkar Kommuna og Vágs Kommuna.

Scroll to Top
X