Føroyaleikir í Pool – í Landskrona

Fyriskipararnir í Landskrona, sum eisini fyriskipa sína egnu árligu Meistaradeild í Pool, fegnast um samstarvið og at fáa møguleikan at vera vertir fyri Føroyaleikir 2022.

Føroyaleikir í Pool 2022 verða hildnir í Landskrona hesar dagarnar:

Hósdag 30. juni:
Kl 19.00 er lutakast, og síðani verður spælt soleiðis:
20.00: 1. og 2. dystur
21.15: 3. og 4. dystur

Fríggjadag 1. juli verður 2. umfar hesar tíðir:
18.00: 1. og 2. dystur
20.00: 3. og 4. dystur

Leygardag 2. juli verður 3. umfar við seinastu dystunum, hálvfinalu og finalu:
12.00: 1. og 2. dystur
14.00: 3. og 4. dystur
16.00: 5. dystur semi-finala
18.00: 6. dystur finala

Áskoðarar eru vælkomnir. Fyriskipararnir heita á fólk um at vísa virðing fyri frástøðu til borðini, har spælt verður, umframt at binda frið, ímeðan spælt verður.

Scroll to Top