Føroyaleikir 2024 avlýstir

Starvsnevndin í ÍSF hevur tikið avgerð um, at Føroyaleikir 2024 sum skuldu verða 27.-30. juni, ikki verða gjøgnumførdir undir felagsheitinum Føroyaleikir.

Orsøkin til hesa avgerð er, at mett verður, at ÍSF ikki hevur orku til at gjøgnumføra leikirnar, hetta í mun til fíggjarliga partin, men eisini í mun til at nógv annað virksemi er í gongd.

Føroyar fingu beint fyri jól í boðið, at hýsa Oyggjaleikunum 2027 og tóku av møguleikanum. Hetta krevur stórt fyrireikingararbeiði frá øllum ið varða av føroyska ítróttaumhvørvinum. Arbeiði er longu farið í gongd og verður stórt fokus á hetta tiltak komandi árini – Størsta ítróttatiltak sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.

Vælkomin at seta tykkum í samband við ÍSF um tit hava spurningar.

Scroll to Top