Flott badmintonspæl í Stórhøllini

Spennandi dystir og framúr flott badmintonspæl vóru at síggja í Stórhøllini á Hálsi, tá fyrsta altjóða góðkenda badmintonkappingini í Føroyum fór av bakkastokki í dag. Dystirnir í fyrsta umfari vóru eyðkendir av, at teir 17 útlendsku leikararnir úr sjey ymsum londum góvu føroysku mótstøðuleikarunum ein skarpan gang.

Millum útlendsku leikararnar skaraði 15 ára gamla Anwesha Gowda úr India framúr við einastandandi flottum badmintonspæli í einmansleiki, har hon vann í tveimum settum á donsku Rosalina Langhoff, sum annars er ein sera dugnaligur badmintonleikari við góðum úrslitum í donskum kappingum. Í fjórðingsfinaluni skal Gowda spæla ímóti 15 ára gomlu Julionnu av Heiðunum, sum vann á Oddbjørg Justinussen í dag. Gowda er greitt fyrst seedaða kvinnan í kappingini.

Blaðungu 13 ára gomlu Tóki Guttesen (13 ár) og Jafet Rasmussen góvu 18 ára gomlu Elias Ausen og Sander Bunes Kristensen úr Noregi óvæntað nógva mótstøðu í fyrsta setti, men síðani vunnu sterku norsku leikararnir greitt annað sett og plássini í fjórðingsfinaluni í morgin. Í tvímansleiki vóru tað annars serliga írsku og skotsku menninir, sum imponeraðu í høllini við greiðum sigrum. Í fjórðingsfinaluni skulu írarnir Matthew Cheung og Stuart McCollam spæla ímóti Jaspur Jacobsen og Tóka Troest. Skotarnir spæla ímóti norsku leikarunum í fjórðingsfinaluni.

13 ára gamla Ranja Joensen vann greitt á sínum danska mótstøðuleikara og skal tí spæla fjórðingsfinalu í morgin ímóti Bjarnhild í Buð Justinussen.

Í einmansleiki hjá monnum verður tað leygardagin serliga áhugavert at síggja Aaron Bai úr USA, sum er altjóða høgt seedaður. Hann spælir ímóti Asbjørn Olsen í fyrsta dystinum leygarmorgunin klokkan 09:00. Asbjørn vann í dag á Ára Isfeldt, 21-18, 21-18.

Øll úrslitini og kappingarskráin fyri leygardagin er tøk á heimasíðuni hjá Badminton World Federation: Matches – Faroe Games Junior International 2022 | BWF (tournamentsoftware.com). Dystirnir byrjað leygarmorgun klokkan 09:00.

Hálvfinalur og finalur verða leiktar sunnudagin frá klokkan 13:00 í Stórhøllini á Hálsi. Televarpið stroymir frá hálvfinalunum og finalunum.



Scroll to Top
X